Tíðindamaður í Ukraina: Fólk hava nóg mikið við at halda seg á lívi

Tíðindamaður í Ukraina: Fólk hava nóg mikið við at halda seg á lívi
Johan Frederiksson, uttanríkiskorrespondentur hjá svensku sjónvarpsrásini TV4, er staddur beint við hermótið ársdagin fyri russisku innrásina
Nú eitt ár er liðið, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, hevur Johan Fredriksson fleiri ferðir verið á hermótinum í Eysturukraina og fylgt ukrainskum herdeildum.
 
24.02.2023 - 12:59

- Støðan á hermótinum í Eysturukraina er trupul, og herfólkini eru undir hørðum trýsti.

Tað sigur Johan Fredriksson, uttanríkiskorrespondentur fyri svensku sjónvarpsrásina TV4. 

- Nú eitt ár er farið, síðani kríggið brast á, er hýrurin ógvuliga ringur millum fólk, hóast tey seta sína vón til stuðul úr vesturheiminum, sigur tíðindamaðurin, sum í dag er staddur beint við hermótið:

 

24022023_Johan_1

 

Johan Fredriksson er uttanríkiskorrespondentur fyri sjónvarpsrásina TV4 í Svøríki. Hann var millum annað í Føroyum eftir stóra springaradrápið á Skálafirði.

 

Nærindis hermótinum í Eysturukraina verður lítið gjørt burtur úr ársdegnum fyri innrásini, sigur Johan Fredriksson.

- Her hava fólk nóg mikið við at halda seg á lívi. Men stóru álopini, sum tosað hevur verið um, hava ikki verið. Ikki enn í øllum førum, sigur svenski uttanríkiskorrespondenturin:

 

24022023_Johan_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049