Samráðingar um Nato-limaskap halda fram í mars

Samráðingar um Nato-limaskap halda fram í mars
Samrøðurnar byrja nakað inni í mars, men Ulf Kristersson, forsætisráðharrin, kundi ikki seta eina ítøkiliga dagfesti á
Ulf Kristersson, svenskur forsætisráðharri
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
23.02.2023 - 07:46

Samrøðurnar millum Svøríki, Finnland og Turkaland um Nato-limaskapin halda fram í mars mánaði.

Tað upplýsti svenski forsætisráðharrin,  Ulf Kristersson, fyri SVT í gjárkvøldið.

 

Svoriki_Nato_230223

 

Samrøðurnar byrja nakað inni í mars, men forsætisráðharrin kundi ikki seta eina ítøkiliga dagseting á.

Samrøðurnar landanna millum steðgaðu annars brátt í januar, eftir at danski Rasmus Paludan, sum mótmælir islam, hevði brent koranir uttanfyri turkisku sendistovuna í Stockholm.

Bæði Svøríki og Finnland hava søkt um limaskap í verjusamgonguna Nato.

Men Turkaland, sum eisini er limur í Nato, hevur sagt seg treyðugt vilja stuðla einum svenskum limaskapi í Nato.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946