Sparikassi havt eftirlitisvitjan

Sparikassi havt eftirlitisvitjan
Danska fíggjareftirlitið hevur verið á eftirlitsvitjan í Norðoya Sparikassa í november mánaði.
 
11.02.2023 - 11:00

Har vóru gjøgnumgangin øll týðandi váðaøki í sparikassanum, so sum politikkir, mannagongdir og stakroyndir av útlánum.

Í sambandi við gjøgnumgongdina av útlánum staðfesti fíggjareftirlitið, at tað var ikki tørvur á meiri niðurskrivingum.

Norðoya Sparikassi fekk boð um at tillaga leiðreglur fyri compliance- og váðastýring við at útgreina ársætlan og raðfesting av uppgávum.

Solvenstørvurin skuldi økjast 0,1 prosentstig, og hesum hevur sparikassin longu lagt upp fyri í roknskapinum fyri triðja ársfjórðing í fjør.

Norðoya Sparikassi, sum hevði vitjan av fíggjareftirlitinum í november mánaði, sigur seg taka frágreiðingina til eftirtektar og ger tær neyðugu tillagingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342