Óli Wolles nýggjur rektari á Kambsdali

Óli Wolles nýggjur rektari á Kambsdali
Hanna Jensen er farin í farloyvi úr rektarastarvinum, meðan hon er í løgtinginum
Óli Wolles hevur tikið við rektarastarvinum á Kambsdali í dag.
 
10.02.2023 - 11:23

Í sambandi við, at Hanna Jensen herfyri tók sæti í løgtinginum og bað um farloyvi frá rektarastarvinum, hevur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið gjørt av at seta Óla Wolles sum rektara.

Óli Wolles er 61 ára gamal, útbúgvin Cand.mag í religión frá Århus Universiteti og í føroyskum frá Fróðskaparsetri Føroya.

Harumframt hevur hann diplomprógv í vegleiðing, eisini frá Fróðskaparsetrinum.

Óli Wolles byrjaði í starvi á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy í 1990, fyrst sum lærari, seinni eisini sum lestrarvegleiðari.

Hann hevur verið útbúgvingarleiðari og sostatt partur av leiðslu skúlans síðani 2014. Eftir at Handilsskúlin og Studentaskúlin vóru lagdir saman í nýggja stovnin Miðnám á Kambsdali, hevur Óli Wolles verið annar av vararektarum skúlans.

Óli Wolles tekur við rektarastarvinum í dag, 10. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. apríl
Morgunlestur leygardagur 12.apríl 2025
190388
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551