Norsk lodna endar ikki í Russlandi

Norsk lodna endar ikki í Russlandi
Tað vakti ans, at eitt norskt skip, sum landaði lodnu á Tvøroyri, fekk so góðan prís
Norska skipið Birkeland landaði lodnu á Tvøroyri um mánaðarskiftið.
Mynd: Marine Traffic  
 
10.02.2023 - 08:42

Ikki er sannlíkt, at lodna, sum norsk skip landa í Føroyum, endar í Russlandi.

Tað skrivar íslendska Morgunblaðið.

Herfyri skrivaði norska blaðið Fiskeribladet, við norskum reiðara, Sigve Drønen í Birkeland Fiskebåtrederi, sum keldu, at lodna, sum norsk skip fiska við Ísland og landa í Føroyum, kann vera útflutt úr Føroyum til Russlands.

Norska skipið Birkeland landaði lodnu á Tvøroyri um mánaðarskiftið. 

Prísurin hjá Varðanum Pelagic vakti ans í Noregi, tí hann var so høgur, skrivaði Fiskeribladet.

Men Morgunblaðið skrivar nú, at sambært Hag­stovu Føroya er eingin lodna farin úr Føroyum til Russlands síðani 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342