Hevur forvunnið 40 mió. kr. fyri fyrilestrar og bøkur

Hevur forvunnið 40 mió. kr. fyri fyrilestrar og bøkur
Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur góða inntøku
Boris Johnson legði frá sær sum forsætisráðharri í september í fjør.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.02.2023 - 10:35

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, forvinnur nógv pening fyri at halda fyrilestur og at geva út bøkur.

Johnson hevur fyri stuttum upplýst fyri bretska parlamentinum, at hann hevur fingið 2,5 milliónir pund í undangjaldi, forskoti, fyri fyrilestrar.

Hann hevur fyrr upplýst, at hann forvinnur 1,8 milliónir pund fyri slíkt arbeiði, síðani hann legði frá sær í september í fjør.

Umframt tað hevur hann fingið 510.000 pund í undangjaldi fyri ævisøgu sína, sum skal gevast út í bók.

Tilsamans hevur hann sostatt forvunnið í minsta lagi 4,8 milliónir pund, bara síðani september. Tað svarar til góðar 40 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653