Hetta er nýggi Eysturbúgvin

Hetta er nýggi Eysturbúgvin
Vørðustíggjur í Dali hevur keypt trolaran Mostein úr Noregi fyri umleið 35 mió. kr.
Nýggi Eysturbúgvin kemur í flotan umleið 1. mars.
Mynd: Marine Traffic  
 
03.02.2023 - 13:27

Reiðaríið Vørðustíggjur í Dali hevur keypt skip úr Noregi, sum kemur fyri Eysturbúgvan, ið sakk 14. apríl í fjør, meðan teir vóru á gulllaksaveiðu suðuri ímóti markinum sunnanfyri Føroyar. 

Talan er um skipið Mostein úr Haugesund í Noregi. Skipið er nakað størri enn Eysturbúgvin og betur útgjørt.

Mostein er bygdur í 2001, og er 45 metrar langur. Gamli Eysturbúgvin var bygdur í 1991, og var 36 metrar langur.

P/f Vørðustíggjur keypir Mostein fyri umleið 35 milliónir krónur, sum er á leið tað sama, sum reiðaríið fekk frá tryggingini fyri Eysturbúgvan, upplýsir Bjarki Magnussen, reiðari.

 

Yvirtaka skipið 1. mars

Keypssáttmáli er undirskrivaður, men Vørðustíggjur yvirtekur ikki Mostein fyrr enn umeið 1. mars. Mostein fær tá navnið Eysturbúgvin.

Bjarki Magnussen væntar, at skipið byrjar við at fara á gulllaksaveiðu. Skipið hevur eisini tanga, og kann fiska bæði makrel og sild. Ætlanin er eisini, at skipið fer at royna eftir upsa. 

Nýggi Eysturbúgvin er ikki partrolari, og fer tí at fiska einsamallur. Í fyrstuni verður bara ein manning, sigur reiðarin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342