Býráðið viðger umsóknina um verksmiðjuna hjá Varðanum

Býráðið viðger umsóknina um verksmiðjuna hjá Varðanum
Málið er nú í vinnu- og havnarnevndini í Tvøroyrar býráði
Varðin Pelagic ætlar at byggja protein- og lýsiverksmiðju á Tvøroyri.
Mynd: Varðin Pelagic  
 
30.01.2023 - 08:42

Vinnu- og havnarnevndin hjá Tvøroyrar býráði hevur nú málið um umsóknina frá Varðanum um byggiloyvi til protein- og lýsisverksmiðju.

Býráðið viðgjørdi málið hósdagin.

Býráðið skal taka støðu til, um byggisamtyktin skal broytast, so Varðin Pelagic kann byggja út.

Býráðið skal eisini taka støðu til, um fyllast skal út á sjónum, so byggjast kann út.

Talan er um økið eystan fyri Varðan Pelagic.

Byráðið samtykti einmælt eftir tilmæli frá borgarstjóranum at beina málið í vinnu- og havnarnevndina.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342