- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brennistøðirnar ikki førar fyri at beina el-bilar burtur
Brennistøðirnar ikki førar fyri at beina el-bilar burtur
Tórshavnar kommuna er farin at kanna, hvørjir møguleikar eru, tá bileigari vil sleppa av við el- ella hybridbil
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.01.2023 - 12:52
Hvørki IRF ella Kommunala orku- og brennistøðin í Tórshavnar kommunu kunnu taka ímóti skaddum el- ella hybridbilum, og enn er ongin endalig loysn funnin, hvussu hesir bilarnar skulu beinast burtur.
Tað váttar Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Bjørg Dam er forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar býráð.
Tórshavnar kommuna er farin at kanna, hvørjir møguleikar eru, tá bileigari vil sleppa av við el- ella hybridbil.
Tað kann vera, at gjaldast skal meiri fyri at beina el- ella hybridbilar burtur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
El-bilar_og_burturbeining
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV