Effo og Magn í prískapping

Effo og Magn í prískapping
Annan dagin á rað er munur á bensin- og oljuprísunum hjá teimum báðum føroysku oljufeløgunum, Effo og Magn, men ikki er greitt, um hetta er av óvart ella tilvitað.
 
21.01.2023 - 18:28

Effo hækkaði sínar prísir hósdagin, men enn koyrir Magn eftir prísunum, ið vóru ásettir eina viku frammanundan, fríggjadagin 13. januar.

Tað vil siga, at ein litur av bensini ella ein litur av dieselolju frá Magn eru 12 oyru bíligari enn ein litur frá Effo.

Ein litur av bensini kostar 11,98 krónur, men 12,10 krónur frá Effo, og ein litur av diesel kostar 11,66 krónur frá Magn, men 11,78 krónur frá Effo.

Og skalt tú fylla tær oljutangan heima við hús, meðan prísmunurin er, so eru 125 krónur at spara fyri hvørjar túsund litrar frá Magn, samanborið við Effo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342