Regn á Toftum keypt Borðoyarnes á tvingsilssølu

Regn á Toftum keypt Borðoyarnes á tvingsilssølu
Sambært Vp.fo, so er ætlanin ikki at brúka Borðoyarnes til fiskiskap
Borðoyarnes við bryggju í Klaksvík. Nú hevur Regn á Toftum keypt skipið
Mynd: Savnsmynd  
 
20.01.2023 - 15:14

Línuskipið Borðoyarnes var fyrrapartin keypt á tvingsilssølu fyri 1,6 mió. kr.

Tvey boð komu, - hitt var 1,5 milliónir krónur.

Tað er partafelagið Regn á Toftum, sum hevur keypt skipið.

Sambært Vp.fo, er ætlanin ikki at brúka skipið til fiskiskap.

 

Frá 1963

Línuskipið Borðoyarnes er smíðaður á Skála skipasmiðju í 1963. Skipið hevur fyrr itið Strandingur og Vesturhavið.

Síðstu árini hevur smápartafelagið Deep C Fishing í Klaksvík átt skipið.

Partafelagið Regn, sum nú hevur keypt Borðoyarnes, eigur eisini línuskipini Stapan og Jógvan I.

Smápartafelagið Framherji í Fuglafirði eigur partafelagið Regn á Toftum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342