Løgmaður veit ikki, hvussu kostnaðarmikil landsumsitingin verður

Løgmaður veit ikki, hvussu kostnaðarmikil landsumsitingin verður
Aksel V. Johannesen, løgmaður, ásannar, at tað allarhelst fer at kosta meira at umsita Føroyar við níggju aðalráðum heldur enn sjey, men hvussu nógv, veit hann tó ikki at siga
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og hini átta landsstýrisfólkini í nýggja landsstýrinum, ið telur níggju aðalráð í mun til sjey seinasta valskeið. Enn er ógreitt, hvat hendan broyting fer at kosta, sigur løgmaður í svari til Jenis av Rana
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.01.2023 - 08:24

Ikki ber til at siga, hvussu nógv landsumsitingin fer at kosta, nú aðalráðini eru vorðin níggu, tað eru tvey fleiri enn undanfarna samgonga hevði. 

Ikki er altíð samanhangur millum aðalráðstalið og útreiðslur til fyrisitingina. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann.

 

Dýrari umsiting

Akesl V. Johannsen, løgmaður, ásannar, at løn, møgulig eftirløn og møguligt kostnaðarendurgjald skulu rindast nýggju landsstýrisfólkum í staðin fyri sjey.

Harumframt skulu tveir aðalstjórar aftrat hava løn og eftirløn.  

Ongar útreiðslur eru til at dagføra ella leiga høli.

 

Færri ráð - fleiri ársverk

Í sínum svari til Jenis av Rana, løgtingsmann, so gera Aksel V. Johannesen, løgmaður, eisini vart við, at hóast aðalráðini gjørdust eitt færri í 2019, so komu fleiri ársverk og útreiðslur í landsfyrisitingini bæði í 2019 og árini eftir.

Og tíggju landsstýrisfólk fingu løn í fjør, tí nøkur nýggj fólk komu í landsstýrið.

Løgmaður svarar, at landsstýrið strembar eftir ikki at seta fleiri starvsfólk, tí aðalraðini eru vorðin fleiri.

Tað kann tó gerast neyðugt, um okkurt øki skal uppraðfestast, eitt nú umhvørvismál og børn og útbúgving. 

 

Yvirtøkur krevja fleiri fólk

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at fremja nakrar yvirtøkur.

Tá er neyðugt at seta fólk í umsitingina. 

Í 2015 vóru 143 ársverk í fyrisitingini hjá aðalráðunum, 3,18 prosent av øllum ársverkunum hjá tí almenna. 

Í 2022 vóru 157 ársverk, 2,96 prosent av øllum ársverkunum hjá tí almenna, sigur Aksel V. Johannesen í svari sínum.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561