- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handilsbygningurin hjá Zacharias Leitisstein í Runavík skal hýsa íbúðum
Handilsbygningurin hjá Zacharias Leitisstein í Runavík skal hýsa íbúðum
Nýggju eigararnir av P/F Zacharias Leitisstein í Runavík ætla, at handilsbygningurin í hjartanum av býnum skal byggjast um, so hann fer at hýsa íbúðum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/z_leitisstein.jpg?itok=l-mjxgD6)
Handilsbygningurin hjá P/F Zacharias Leitisstein verður umbygdur til at hýsa íbúðum, nú nýggir eigarar hava keypt fyritøkuna
Mynd: Google Street View
17.01.2023 - 11:40
Rúni Vang Poulsen og Hendrik Egholm hava keypt VVS-fyritøkuna P/F Zacharias Leitisstein í Runavík.
Umframt at reka fyritøkuna víðari og serliga dúva upp á grøna orkuskiftið, so hava nýggju eigararnir æltanir um at byggja íbúðir, har sum handilsbygningurin hjá felagnum er í Runavík.
Hinvegin skal bygningurin hjá felagnum á Rituvíkshálsi karmur um alt VVS-virksemið hjá nýggju eigarunum.
Hoyr samrøðuna við Rúna Vang Poulsen her niðanfyri.
Zacharias_Leitisstein_170123
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV