- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvíttingarlógirnar verða dagførdar í hesi tingsetuni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2023-01-10-15h42m12s286.png?itok=jIn5p6cH)
Deildin fyri hvítting í Danmark hevur víst á eina røð av viðurskiftum í Føroyum, sum kunnu vera viðkvom fyri hvítting.
Hetta ætlar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, at gera nakað við.
Fyri fólk flest merkja hvíttingarlógirnar, at skjøl skulu fyllast út og frágreiðingar gevast bankum um hvaðani pengarnir koma.
Hetta verður tó neyvan broytt við komandi dagføringum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Í váðametingini verður víst á, at FAS-skipanin er serliga viðkvom fyri at verða misnýtt til at hvítta pening.
Har skal styrkt eftirlit hjá Skráseting Føroya og betri samstarv millum TAKS og Sjóvinnustýrið vera við til at minka um vandan fyri hvítting og tryggja, at FAS-skipanin ikki verður misnýtt, sigur Høgni Hoydal.