Sleppa ikki at loysa fyribils

Sleppa ikki at loysa fyribils
Grønlendsku trolararnir, sum stoyttu saman, skulu liggja við bryggju, til teir eru kannaðir og sýnaðir
Akamalik hevur fingið stóran skaða á bógvin.
Mynd: Sermitsiaq  
 
09.01.2023 - 16:19

Hvørki rækjutrolarin, Polar Natarnaaq ella Akamalik hjá Royal Greenland, sum stoyttu saman leygardagin, tá teir vóru til fiskiskapp, sleppa at loysa fyribils.

Grønlendska sjóvinnustýrið hevur sagt báðum reiðaríunum, at skipini skulu liggja við bryggju, til tey eru kannað og sýnað.

Sjóvinnuskaðanevndin í Grønlandi, sum er sjálvstøðug eind undir sjóvinnustýrinum, er komin upp í leikin. Hon skal millum annað kanna, um allar sjóferðslusreglur og mannagongdir á sjónum vóru fylgdar, tá óhappið hendi.

Vísir tað seg, at hesar reglur ikki vóru fylgdar, verður málið sent víðari til løgregluna, skrivar Sermitsiaq.

Henrik Leth, formaður í nevndini hjá Polar Seafood, sum eigur Natarnaaq, sigur við Sermitsiaq, at tey eru spent upp á, hvat sjóvinnustýrið sigur í mun til skaðarnar. Hann vónar at trolarin kann fara aftur til fiskiskap inntil komandi regluliga eftirlit á skipasmiðju. Kann hann ikki tað, so er neyðugt at taka trolaran úr sigling í ein mánaða og sigla hann til Íslands ella Danmarkar á skipasmiðju.

Royal Greenland vil ikki siga nakað um støðuna, fyrr enn skaðanevndin og sjóvinnustýrið eru liðug við sínar kanningar.

Fleiri av yvirmonnunum á Polar Natarnaaq og Akamalik - millum annað skipararnir - eru føroyingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342