Vestmannatunnilin kostar hálva milliard

Vestmannatunnilin kostar hálva milliard
Landsverk hevur havt kunnandi fund við Vestmanna og Kvívíkar kommunu
Linjuføringin í Vestmannatunlinum verður broytt, so hann kemur út fram við verandi landsvegi.
 
06.01.2023 - 17:59

Ein tunnil millum Vestmanna og Kvívík hevði kostað um eina hálva milliard krónur, um farið verður í gongd við hann nú. 

Tað hevur Landsverk upplýst á einum kunnandi fundi, sum var fyri Vestmanna og Kvívíkar kommunu fyri jól. 

Ætlanin við fundinum var at kunna um gongdina at fyrireika ein komandi Vestmannatunnil.

 

Nýggj linjuføring

Á fundinum varð upplýst, at í sambandi við at arbeiðið við tunlinum er tikið uppaftur, hevur Landsverk teknað eina nýggja linjuføring, har tunnilin kemur út fram við verandi landsvegi. Í ætlanunum frá 2019 kom tunnilin út á havnarlagnum í Vestmanna. 

Nýggja linjuføringin hevur verið grundarlag undir nýggjum jarðfrøðiligum kanningum, men tær eru ikki lidnar enn.

Miðað verður eftir at gera seinastu royndarboringina fyrst í hesum árinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226