- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fráfarandi aðalstjóri: Starvið eigur at vera áramálssett
Fráfarandi aðalstjóri: Starvið eigur at vera áramálssett
Rógvi Reinert, sum hevur verið aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, leggur dent á, at broytingin má vera skynsom

Rógvi Reinert hevur verið aðalstjóri í 17 ár. Hann gevst sum aðalstjóri, men heldur fram sum serligur ráðgevi í landsfyrisitingini.
06.01.2023 - 18:00
Aðalstjórar eiga at vera áramálssettir. Men tað má gerast skynsamt, soleiðis at fyrisitingin ikki viknar.
Tað heldur Rógvi Reinert, sum eftir 17 ár sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum nú leggur frá sær.
Hann heldur, at 17 ár eru ov long tíð, og tí eiga komandi aðalstjórar at vera áramálssettir.
Formenninir í stóru andstøðuflokkunum halda, at tíðin er komin at seta aðalstjórar í áramálssett starv, og løgmaður sigur, at hann vil hava eina heildarmeting, áðrenn nakar aðalstjóri verður settur í fast starv.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
06012023_Rogvi_Reinert
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV