- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu rinda seks milliónir í skatti fyri seld veiðirættindi
TAKS hækkaði skattskyldugu inntøkuna hjá einum felagi í fiskivinnuni úr null krónum upp í slakar 11,7 mió. kr.
Felagið skal tí gjalda góðar 5,8 mió. kr. í skatti. Avgerðin var kærd til Kærustovnin, sum tó gav TAKS viðhald.
Tær slakar 11,7 milliónirnar eru vinningur av seldum veiðirættindum.
TAKS segði, at ikki var skjalprógvað, hvussu nógv felagið keypti veiðirættindini fyri, sum tað nú seldi. Tað eigur felagið at gera sambært skattalógini.
Útveganarvirðið null
TAKS setti tí útveganarvirðið til null krónur. Felagið hevði fingið rættindini fyri einki.
Tí eigur felagið at rinda skatt av vinninginum, tá rættindini blivu seld.
Talan er um kvotu frá 2021.
Partafelagið prógvaði ikki, sambært TAKS og Kærustovninum, at útveganarvirðið var 25,5 mió. kr., sum felagið helt uppá.