- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búnaðarstovan fær átalu fyri málsviðgerð
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Búnaðarstovuni átalu fyri eina málsviðgerð.
Búnaðarstovan er mint á, hvussu neyðugt tað er at skriva niður allar upplýsingar frá telefonsamrøðum og fundum, upplýsingar, sum kunnu hava týdning fyri málsviðgerðina og fyri gjøgnumskygni í henni.
Umboðsmaðurin mælti eisini Vinnumálaráðnum til at skjalfesta samskifti í slíkum málum.
Málið er um klagu um Búnaðarstovuna og Vinnumálaráðið.
Fyrisitingarlig brot
Klagan var um fyrisitingarlig brot, um samskipaða kærumálsviðgerð millum Búnaðarstovuna og Vinnumálaráðið, um notatskyldu og journalisering, og um fyrisitingarlig lýti við avgerðini hjá Búnaðarstovuni.
Málið er um, at Búnaðarstovan avgjørdi at selja innangarðsjørð burtur av einum festi.
Hóast talan ikki var um avgerðarmál hjá Vinnumálaráðnum, mælti Løtingsins umboðsmaður ráðnum til at skjalfesta samskifti í slíkum málum.
Umboðsmaðurin segði eisini við ráðið, at spurningurin um endurgjald, tá landsjørð verður seld, skjótast gjørligt eigur at vera greiddur løgfrøðiliga.
Fingin í rættlag
Umboðsmaðurin heldur tó, at lýtini, sum upprunaliga vóru í avgerðini hjá Búnaðarstovuni, seinni vóru fingin í rættlag.
Umboðsmaðurin sendi løgtinginum og landsstýrismanninum í vinnumálum fráboðan um lýti í lóg og kunngerð um landsjørð.