
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samanlegging: Kommunurnar í syðru helvt vera ikki við
Samanlegging: Kommunurnar í syðru helvt vera ikki við
Hvalba, Fámjin og Tvøroyri kanna møguleikarnar at leggja saman í eina kommunu

Kommunurnar í Hvalba, Fámjin og á Tvøroyri kanna nú møguleikarnar fyri at leggja saman.
04.01.2023 - 12:20
Skulu Hvalba, Fámjin og Tvøroyri leggjast saman í eina stóra kommunu í Suðuroynni?
Tað fara tær tríggjar kommunurnar nú undir at kanna.
Ein arbeiðsbólkur fer næsta árið at kanna, um norðara helvt av Suðuroynni skal vera ein kommuna, men kommunurnar í syðru helvt vilja ikki vera við í arbeiðinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
04012023_Kommunusamanlegging
Ætlanin er, at tey, sum manna bólkin, eru fólk, sum í mest møguligan mun áður ikki hava víst politiskan lit ella støðu í spurninginum um kommunusamanlegging, sigur Kristin Michelsen.
Kristin Michelsen er borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV