- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost tók 90.600 tons av laksi í fjør
Bakkafrost tók 90.600 tons av laksi í fjør
Meginparturin var tikin í Føroyum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bf-20-kg-box_v02_fhd.jpg?itok=dz9S4tgj)
Av teimum 90.600 tonsunum, sum vóru tikin í fjør, vóru umleið 24.000 tons tikin í Skotlandi.
04.01.2023 - 09:13
Bakkafrost tók 19.300 tons av laksi í fjórða ársfjórðingi í fjør.
5.100 tons vóru tikin í Skotlandi.
Í 2022 tók Bakkafrost 90.600 tons av laksi.
Tað mesta var tikið í Føroyum. 23.900 tons vóru tikin í Skotlandi.
Havsbrún seldi 32.600 av alifóðri í fjórða ársfjórðingi og 127.800 tons alt árið 2022.
Frágreiðingin fyri fjórða ársfjórðing hjá Bakkafrosti verður almannakunngjørd 21. februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV