Video: Størsti marglætisfrítíðarbáturin í Føroyum

Video: Størsti marglætisfrítíðarbáturin í Føroyum
John Bull er 53 føtur og er keyptur til at sigla við ferðafólkum
 
03.01.2023 - 12:53

- Vit bæði, konan og eg fáast við ferðavinnu, og so hugsaðu vit, at fyri at víðka um tilboðið hjá okkum, at keypa eina flottan bát, sum kundi brúkast til luksus útferðir her norðuri, sigur Rógvi Joensen í Klaksvík, sum eigur bátin saman við konuni, Ann Mari.

 

John_Bul_NET

 

John Bull er 53 føtur langur - í metrum er hann 16.10 metrar langur og 4.80 breiður. Hann vigar 27 tons og hevur ein motor upp á 1600 hestakreftir. 

 

Rógvi Joensen eigur John Bull

 

- Báturin er bygdur í Póllandi í 2008 og Gulak Madsen, reiðari í Hirlshals, átti bátin, tá eg keypti hann í 2020, greiðir Rógvi frá.

 

Tey hugna sær umborð á John Bull

 

Rógvi og Ann Mari hava í fleiri ár havt Heimablídni heima hjá sær sjálvum, og við John Bull hava tey víðkað um tilboðið til ferðafólk. 

Lurta eftir samrøðuni við Rógva, har hann greiðir frá bátinum og navninum, John Bull.

1572075

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342