- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pensjónsskipanin hjá løgtingsfólki skal aftur á breddan

Nýggja løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, ætlar sær at taka uppaftur til viðgerðar pensjónsskipanina hjá løgtingsfólki, ið hon heldur skal broytast.
Skipanin hjá landsstýrisfólki var broytt í 2015, so landsstýrisfólk ikki fingu tænastumannapensjón, men sjálv skulu gjalda 15 prosent til privata pensjónsskipan. Afturfyri fingu tey 30 prosent meira í løn.
Tá ið Páll á Reynatúgvu var løgtingsformaður frá 2015 til 2019, strandaði eitt uppskot um broytingarnar í nevnd, og síðani er einki hent.
Jógvan á Lakjuni, sum síðani hevur verið løgtingsformaður, tók ikki málið uppaftur, men nú ætlar Bjørt Samuelsen at gera nakað við tað.
Fer at tosa við formenninar
- Hatta átti alt at verið gjørt um eina leið í 2015, sigur hon við In.fo.
Bjørt Samuelsen fer at tosa við allar formenninar í flokkunum á tingi um at taka málið uppaftur.
Millum annað skal støða takast til, um ein nýggj serfrøðinganevnd skal setast at arbeiða við málinum, ella um uppskotið frá 2015 kann brúkast.
Av tí at broytingin ongantíð er gjørd, hava løgtingsfólk kunnað farið frá við fullari pensjón, tá tey eru 60 ár, og meðan onnur fólk brúka 37 ár til at vinna sær so góð rættindi, skulu tingfólk bara brúka 16 ár.