- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava gjørt lógaruppskot um grundvatn
Hava gjørt lógaruppskot um grundvatn
Jarðhitaboringar kring landið geva størri vitan um grundvatn
02.01.2023 - 13:36
Grundvatn er virðismikið tilfeingi, sum skal framtíðartryggjast, og eitt uppskot um grundvatnslóg fer til hoyringar í næstum.
Í Føroyum brúka vit fyri tað mesta yvirflatuvatn sum drekkivatn, men vitanin um grundvatn, sum ofta er ein reinari drekkivatnskelda, veksur í hvørjum, nú jarðhitaboringar eru kring landið.
At nýta grundvatn í staðin fyri yvirflatuvatn, hevur fleiri fyrimunir, sigur Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur hjá Jarðfeingi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
022023_Grundvatn
Jana Ólavsdóttir er jarðfrøðingur á Jarðfeingi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV