Forsætisráðharrin nevndi ikki Føroyar

Forsætisráðharrin nevndi ikki Føroyar
Mette Frederiksen nevndi ikki ríkisfelagsskapin yvirhøvur í nýggjársrøðuni
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, helt nýggjársrøðu í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.01.2023 - 08:32

Heldur ikki Mette Frederiksen, forsætisráðharri, nevndi Føroyar í nýggjársrøðu sínari í gjár.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, nevndi ikki viðurskiftini millum Føroyar og Danmark við einum orði í sínari nýggjársrøðu nýggjársaftan.

Og í gjár helt Mette Frederiksen sína røðu.

Hon nevndi ikki viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Hon nevndi ikki ríkisfelagsskapin yvirhøvur.

 

Avgerð skal takast í Føroyum

Í samgonguskjalinum stendur, at allar avgerðir um trygd og verju Føroya skulu takast av føroyskum myndugleikum.

Hetta verður tryggjað í samstarvi og avtalum við Danmark og onnur lond. 

Hetta er einasta ferðin, Danmark er nevnt í samgonguskjalinum. Ríkisfelagsskapurin er ikki nevndur. 

 

22 ferðir

Í samgonguskjalinum hjá nýggju donsku stjórnini er orðið Færøerne 22 ferðir.

Og har er ein heilur partur, tvær síður, um ríkisfelagsskapin. 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte Bourup Egede, nevndi hvørki Føroyar ella ríkisfelagsskapin í sínari nýggjársrøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226