- Tíðindi, mentan og ítróttur
347 færri persónbilar í fjør
Akstovan hevur gjørt upp, hvussu nógvir nýggir bilar vóru skrásettir í fjør.
Tilsamans vóru skrásett 2.281 akfør í fjør, 558 færri enn í 2021.
Tá talan er um vanligar persónbilar, minkaðu skrásetingarnar 17,5 prosent samanborið við 2021.
Akstovan skrásetti 1.642 persónbilar í fjør. Í 2021 vóru 1.989 persónbilar skrásettir.
20 lastbilar vórðu skrásettir í fjør samanborið við 11 í 2021.
Talið av skrásettum prutlum minkaði niður í eina helvt samanborið við árið fyri. Í 2022 skrásetti Akstovan 75 prutl, og árið fyri vóru tey 134.
Nýggju býbussarnir í Havn síggjast aftur í hagtølunum. Í fjør vóru 18 bussar skrásettir, men í fyrraárið vóru bert tveir bussar skrásettir.