Samgongan vil leingja tíðarskeiðið fyri MVG-frítøku á el-bilum

Samgongan vil leingja tíðarskeiðið fyri MVG-frítøku á el-bilum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at samgongan ætlar at leingja núverandi skipan, har fólk fáa endurrindað meirvirðisgjaldið, tá tey keypa ein nýggjan el-bil
 
29.12.2022 - 12:52

- Nýggja samgongan ætlar at leingja tíðarskeiðið, at fólk fáa endurrindað meirvirðisgjaldið, um tey keypa ein nýggjan el- bil. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Undanfarna samgonga legði uppskot fram um at leingja tíðarskeiðið, men av tí at løgtingsval varð útskrivað 9. november, fall málið burtur.

Endurgjaldið er eftir verandi lóggávu 70.000 krónur.

Men skipanin endar 31. desember í ár, tað vil siga um tveir dagar.

- Tað hevur skund at leingja tíðarskeiðið, og tí verður hetta málið eitt tað fyrsta lógaruppskotið, sum nýggja samgongan ætlar at leggja fyri løgtingið, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann vil tó ikki siga, um tað verður sama uppskot, sum undanfarna samgonga hevði, ella um nýggja samgongan kemur við einum øðrvísi uppskoti. 

Hann vil heldur ikki siga, um talan eisini verður um til dømis plug-in hybridakfør í nýggja uppskotinum.

Nýggja landsstýrið hevur sín fyrsta fund týsdagin 2. januar klokkan 9, og tá verður hetta málið viðgjørt.

Tað hevur eisini skund at fáa eina fíggjarlóg. Tað málið skal eisini viðgerast á fundinum týsdagin.

Aksel V. Johannesen sigur, at av tí at tað er fyrsti fundurin hjá nýggja landsstýrinum, eru ymisk formlig viðurskifti, ið eisini skulu fáast upp á pláss.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226