- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar eiga nógv meira enn teir skylda
Húskini í Føroyum eiga nógv meira enn tey skylda, sigur Landsbankin í frágreiðing sínari um fíggjarliga støðufestið.
Tølini eru frá 2020 og sambært teimum er nettoognin, tað er ognin, tá skuldin er drigin frá, 47,8 milliardir krónur, 2,25 ferðir bruttotjóðarúrtøkuna í 2020.
Nettoognin fór frá at vera 5,2 ferðir tøku inntøkuna í 2019 til at vera 5,4 ferðir tøku inntøkuna í 2020.
Til samanbering var nettoognin hjá dønum í 2020 5,6 ferðir størri enn inntøkan og hjá íslendingum 6,2 ferðir størri.
Ognin størri
Hetta merkir, at millum annað sethúsaognin, privata eftirlønaruppsparingin og innlánini í føroysku peningastovnunum vóru størri í 2020 enn í 2019.
Føroysk húski áttu 28 milliardir krónur í fíggjarligum ognum í 2020.
Privata eftirlønaruppsparingin var 11,6 milliardir.
Afturat fíggjarligu ognunum áttu føroyingar realar ognir, sethús, bilar og bátar fyri 32,2 milliardir krónur í 2020.
Skuldin var 12,6 milliardir, so nettognin var 47,8 milliardir krónur.