- Tíðindi, mentan og ítróttur
Móttøka fyri nýggja landsstýrinum í morgin
Móttøka fyri nýggja landsstýrinum í morgin
Tíðindafundur verður klokkan 8:45, har samgonguskjalið verður lagt fram
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
21.12.2022 - 15:45
Tingmanningarnar í nýggju landsstýrissamgonguni sita nú hvør sær og viðgera, hvør skal røkja landsstýrissessirnar.
Enn er ikki alment boðað frá, hvussu nógvar sessir talan verður um, og hvørji málsøki hvør flokkur fær.
Løgmansskrivstovan boðar frá í tíðindaskrivi seinnapartin, at móttøka verður fyri nýggja landsstýrinum í Tinganesi í morgin klokkan 14.
Tíðindafundur verður í morgin ári klokkan 8:45, har samgonguskjalið verður lagt fram.
Klokkan 10 verður tingfundur, har m.a. løgtingsformaður skal veljast, og síðani verður løgmaður valdur.
Útvarpið og sjónvarpið senda beinleiðis frá tíðindafundinum og tingfundinum í morgin, og stroymt verður eisini á kvf.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV