- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðir keypt kommunuskrivstovu til leiguíbúðir
Bústaðir hava keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði. Ætlanin er at innrætta bygningin til leiguíbúðir.
Tað var 15. desember, at partarnir gjørdu avtalu um, at Bústaðir keypa gomlu kommunuskrivstovuna á Ennivegi 38.
Umsitingin hjá kommununi hevur seinastu árini húsast í bygninginum, sum Eik hevði í Fuglafirði.
Bygd í sjeytiárunum
Fuglafjarðar kommuna keypti gomlu kommunuskrivstovuna miðskeiðis í sjeytiárunum. Bygningurin hevur hýst umsitingini hjá Fuglafjarðar kommunu í umleið 50 ár.
Upprunaliga var tað Jákup Oluf Jacobsen, snikkarameistari, ið bygdi bygningin til snikkaraverkstað og bústað. Seinni varð bygt uppí og bygt um til íbúðarbygning við fýra íbúðum.
Bústaðir ætla at innrætta bygningin til leiguíbúðir.