
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gróvu mann leysan úr skriðuni
Gróvu mann leysan úr skriðuni
Tórbjørn Hjelm og pápi hansara vóru í grannahúsunum og sóu mannin fara undir

Skriðan leyp á grannahúsini, og maðurin fór undir. Tórbjørn Hjelm, høgrumegin á myndini, og pápin, bóru skjótt at, og gróvu mannin leysan.
Mynd: Tórbjørn Hjelm.
19.12.2022 - 13:47
Tvey ógvuslig skriðulop hava verið í Klaksvík fyrrapartin.
Í tí eina førinum var ein maður fangaður í skriðuni og mátti gravast leysur.
Tórbjørn Hjelm og pápi hansara vóru í grannahúsunum og sóu mannin fara undir. Og so var bera skjótt at:
19122022_Grovu_mann_ut_skridulopi
Støðan er hættislig fleiri staðni í Klaksvík, nú tvey skriðulop hava verið í býnum. Og fleiri eru í væntu, sigur politiið, sum eisini heitir á fólk um fara frá húsum.
Talan er um evakuering vegna stór skriðulop fleiri støð í býnum og vandi er fyri fleiri lopum, bæði eystaru og vestaru megin í Klaksvík.
Les meira og sí myndir úr Klaksvík her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV