Magnus Rasmussen stóri sigursharrin í Runavík

bannari
Magnus Rasmussen stóri sigursharrin í Runavík
415 persónligar atkvøður. Tað er úrslitið hjá Magnusi Rasmussen í Runavík, har Fólkaflokkurin gongur 9,1 prosentstig aftur, meðan Javnaðarflokkurin gongur 6 prosentstig fram
Magnus Rasmussen er afturvaldur
 
08.12.2022 - 22:04

Sambandsflokkurin er størsti flokkur, og maðurin, ið nærmast einsamallur hevur syrgt fyri góða úrslitinum, er Magnus Rasmussen. 

"Mann blívur heitur um hjartað," ásannar lambamaðurin, ið longu áðrenn endaliga úrslitið er greitt, hevur fingið fleiri atkvøður enn við seinasta løgtingsval. 

Magnus Rasmussen er afturvaldur. 

"Sjálvandi kenna fólk meg her á staðnum, og eg havi verið borgarstjóri, men at fáa so dygga undirtøku, tað eri eg takksamur fyri. Tað er ein góð kensla," segði Magnus Rasmussen. 

Magnus Rasmussen hevði ikki nakað boð uppá, hví Sambandsflokkurin gongur aftur samanlagt. 

Men Magnus Rasmussen er enn bjartskygdur. 

"Eg vóni, at vit eru í einari góðari støðu, tá valið er liðugt. Eg síggi hampiliga ljóst upp á tað," sigur Magnus Rasmussen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805