Vit drekka nógv tollfrítt rúsdrekka

Vit drekka nógv tollfrítt rúsdrekka
Rúsdrekkanýtslan í fjør var 6,7 litrar fyri hvørt fólk yvir 15 ár
Nógv meira var drukkið av tollfríum rúsdrekka í fjør enn árið fyri. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.11.2022 - 09:33

Rúsdrekkanýtslan, 100 prosent alkohol til hvørt fólkið yvir 15 ár, var 6,7 litrar í fjør.

Men fyri tað, sum var tollfrítt, var hon 11,8 litrar, men tó ikki umroknað til 100 prosent alkohol, bara litrar. Í 2020 var nýtslan ávikavist 6,5 og 8,9 litrar.

Tað stendur í heilsulýsingini hjá landslæknanum, sum hevur Hagstovuna sum keldu.

Nýtslan av tí, sum er tollað, hevur verið nøkunlunda tann sama í hesari øldini. Hon var 6,8 litrar í 2000.

Men tað tollfría er vaksið nógv, nýtslan har var 2,5 litrar í 2000. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944