Ungarn útsetur svenskan og finskan NATO-limaskap

Ungarn útsetur svenskan og finskan NATO-limaskap
Málið er útsett til februar, sigur ungarski forsætisráðharrin
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, við finsku og svensku umsóknini um limaskap í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.11.2022 - 15:30

Eftir ætlan skuldi ungarska tjóðartingið 7. desember góðkenna, at Svøríki og Finnland gerast limir í verjusamgonguni NATO.

Men í gjár boðaði ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, frá, at Ungarn hevur útsett hesa góðkenningina til næsta ár.

Hann sigur sambært AFP, at málið um svenskan og finskan limaskap í NATO verður viðgjørt á fyrsta fundinum, tá ungarska tingið kemur saman aftur í februar.

 

Viktor Orban er forsætisráðharri í Ungarn. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Og pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki ,hevur eisini sagt, at hann frá Viktor Orban hevur fingið vissu fyri, at limaskapurin verður staðfestur í ungarska tinginum í februar mánaði.

Ein av treytunum fyri at gerast limur í NATO er, at tjóðartingini í hinum limalondunum góðkenna limaskapin.

Ungarn og Turkaland eru einastu NATO-londini, sum ikki enn hava staðfest limaskapin hjá Svøríki og Finnlandi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946