Fíggjareftirlitið: Vandi fyri at Betri banki verður brúktur til hvítvask

Fíggjareftirlitið: Vandi fyri at Betri banki verður brúktur til hvítvask
Bankin tekur frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og er farin undir at loysa boðini
Hetta er fyrstu ferð, at Fíggjareftirlitið kannar mannagongdirnar hjá Betri banka í sambandi við hvítvask og fígging av yvirgangi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2022 - 08:22

Fíggjareftirlitið hevur givið Betri banka eina rúgvu av boðum um at kanna mannagongdir bankans, sum skulu fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.

Fíggjareftirlitið var á eftirlitsvitjan í bankanum fyrst í mai. Og nú er frágreiðingin komin.

Betri banki er ein SIFI-banki.

Tað ger, at Fíggjareftirlitið metir váðametingina fyri bankan at vera høga. Fyri eftirlitsvitjanina var váðin mettur at vera miðal til høgur. 

 

Tekur frágreiðingina til eftirtektar

Broytingin í váðametingini ger, at politikkir, mannagongdir og innanhýsis eftirlit skulu eftirhyggjast og tillagast, sigur Betri banki.

Bankin tekur frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og er farin undir at loysa boðini.

Hetta er fyrstu ferð, at Fíggjareftirlitið kannar mannagongdirnar hjá Betri banka í sambandi við hvítvask og fígging av yvirgangi.

Fíggjareftirlitið metir, at vandin fyri, at Betri banki verður brúktur til hvítvask og til at fíggja yvirgang er stórur.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657