Avlop fyri íløgur men átta milliónir skulu lænast

Avlop fyri íløgur men átta milliónir skulu lænast
Skattaprosentið í Nes kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, 20,5
Nes kommuna nærkast tí at gerast býur, tað er at fólkatalið fer upp á 1.500.
 
06.11.2022 - 14:20

Skattaprosentið verður tað sama næsta ár sum í ár, 20,5.

Og barnafrádrátturin verður eisini tann sami, 5.500 krónur.

Bygdaráðið í Nes kommun hevur endaliga samtykt fíggjarætlanina fyri 2023.

Raksturin fer at kosta 62,8 milliónir næsta ár.

Inntøkurnar eru mettar at blíva 71,7 mió.kr.

Úrslitið fyri íløgur verður góðar 8,8 mió. kr. í avlopi.

Íløgur skulu gerast fyri 17,1 millión. Átta milliónir skulu lænast. 
 
Og 2,9 milliónir fara til at gjalda skuld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657