Venjari ákærdur fyri hóttanir

Venjari ákærdur fyri hóttanir
Venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, er ákærdur fyri at hótta eitt fólk í býnum í Havn fyri góðum mánaði síðani
 
27.10.2022 - 18:10

Tað váttar Torben Koch, verji hjá Mikkjali Thomassen. 

Danski advokaturin, ið eisini er verji hjá danska Politiforbundet, sigur við útvarpið, at Mikkjal Thomassen upprunaliga var skuldsettur fyri tvey harðskapsmál og tvey mál um hóttanir. Men nú ákæruritið er skrivað, eru skuldsetingarnar um harðskap sleptar, sigur Torben Koch.

Mikkjal Thomassen er nú bert ákærdur eftir grein 266 í revsilógini, ið snýr seg um hóttanir. 

Advokaturin leggur afturat, at málið væntandi kemur fyri Føroya Rætti um fýra mánaðir, og at Mikkjal Thomassen noktar seg sekan og krevur frídøming í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717