Skaðin á Shefa hendi við Hetland

Skaðin á Shefa hendi við Hetland
Umvælingin byrjar í dag, skriva Shetland News
Páll Vesturbú, stjóri í Neti.
 
26.10.2022 - 09:42

Nú er staðfest, at skaðin, sum Shefa-2 samskiftiskaðalin fekk herfyri, hendi beint við Hetland, bara stívan fjórðing úr landi, skriva Shetland News við Pálli Vesturbú, stjóra í Neti, sum keldu.

Umvælingin byrjar í dag, skriva Shetland News.

Kaðalin er millum Føroyar, Hetland, Orknoyggjar og Skotland.

Skaðin, sum kaðalin fekk, órógvaði telefonsambandið og internetið í Hetlandi hósdagin í síðstu viku.

Shetland News skriva, at allir tríggir skaðar, sum eru hendir síðani í september, stava helst frá fiskireiðskapi, hóast kaðalin er væl merktur á øllum sjókortum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117