Boris Johnson stillar ikki upp

Boris Johnson stillar ikki upp
Seinnapartin í dag skulu tey, sum ætla at stilla upp til formansvalið í Konservativa flokkinum í Bretlandi, boða frá, at tey hava stuðul frá minst 100 parlamentslimum
Boris Johnson, sum var formaður í Konservativa flokkinum og forsætisráðharri, hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp til formansvalið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.10.2022 - 08:16

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, boðar nú frá, at hann stillar ikki upp til formansvalið í Konservativa flokkinum í Bretlandi.

Boðini koma eftir áhaldandi slatur um, at Boris Johnson aftur fór eftir hægsta, politiska embætinum í Stórabretlandi, skrivar Ritzau.

Í fráboðanini sigur Boris Johnson, at hann er ovfarin av, hvussu nógv hava heitt á seg um aftur at taka við formanssessinum í Konservativa flokkinum og sostatt eisini sessinum sum forsætisráðharri.

- Men, seinastu dagarnar eri eg komin til ta niðurstøðu, at tað ikki hevði verið tað rætta at gera.

- Tú kanst ikki leiða munagott, uttan at tú hevur ein samlaðan flokk aftan fyri teg, sigur Boris Johnson í fráboðanini.

 

Sunak stevnir eftir formanssessinum

Kappingin um formanssessin í Stórabretlandi byrjaði hósdagin, tá ið sitandi forsætisráðharrin, Liz Truss, boðaði frá, at hon leggur frá sær eftir bara 45 samdøgur í embætinum.

Í gjár boðaði fyrrverandi ráðharrin í fíggjarmálum, Rishi Sunak, frá, at hann stillar upp, og fleiri halda, at hann fer at taka við eftir Liz Truss.

Í dag klokkan trý skulu øll valevni hava stuðul frá minst 100 konservativum parlamentslimum, skulu tey framvegis vera við í valstríðnum.

Fyribils bendir alt á, at fyrrverandi ráðharrin í fíggjarmálum fær stuðul frá minst 100 parlamentslimum, og at hann sostatt stevnir móti formanssessinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653