Nú ber til at fara í bíðirøð heima við hús

Nú ber til at fara í bíðirøð heima við hús
Tjaldurs apotek hevur tikið nummarskipan í brúk á telefonini
Nú ber til at taka eitt nummar á telefonini og síggja, hvussu nógv fólk eru í bíðirøð, áðrenn tú sleppur framat.
Mynd: Tjaldurs apotek  
 
18.10.2022 - 15:18

Fólk, sum hava ørindi á Tjaldurs apoteki í Havn, kunnu nú stilla seg í bíðirøð heima við hús.

Tað boðar apoteksverkið frá á heimasíðuni.

Við appini Q-cloud kanst tú taka eitt nummar og síggja, hvussu nógv fólk eru í bíðirøð, áðrenn tú sleppur framat, og fáa boð, tá ið tín túrur nærkast.

Q-cloud appin kann takast niður í App Store ella Google Play.

Fyribils er skipanin bert galdandi á Tjaldurs apoteki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117