Landskassin rindar tunnilsfelagi 54 mió. í veðhaldi

Landskassin rindar tunnilsfelagi 54 mió. í veðhaldi
Inntøkurnar hjá Pf. Eystur- og Sandoyartunlum í ár røkka ikki til
35 milliónir kr. eru settar av á fíggjarlógini í ár til veðhald, men neyðugt er við eykajáttan upp á góðar 19 milliónir kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2022 - 17:45

Landið má rinda góðar 54 milliónir kr. fyri veðhald hjá Pf. Eystur- og Sandoyartunlum í ár, tí inntøkurnar røkka ikki til.

Góðar 27 milliónir kr. stava frá seinna hálvári í fjør, og slakar 27 milliónir kr. stava frá fyrra hálvári í ár.

35 milliónir kr. eru settar av á fíggjarlógini í ár, og tí er neyðugt við eykajáttan upp á góðar 19 milliónir kr.

Tað sæst í uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri oktober, sum er til viðgerðar í fíggjarnevndini.

Teitur Samuelsen er stjóri í Pf. Eystur- og Sandoyartunlum:

 

18102022_Vedhald_til_tunlar


Teitur Samuelsen er stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119