- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlin er í góðum standi

Skúlin á Trøðni er í góðum standi bæði innan og uttan, hóast aldur sæst á einum bygningi frá 1976.
Tekjan og vindeygu eru skift, og skúlin er bjálvaður av nýggjum, tí ikki var so nógv hugsað um bjálving, tá skúlin var bygdur.
Skúlin er væl hildin, og ljóðdoyvingin er rímiliga góð.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.
Stimbrandi skúlagarður
Eyðgunn Samuelsen spurdi, um ætlanin er at gera nakað við økið uttan um skúlan, til tess at stimbra kropsligu og sansaligu menningina av børnunum.
Jenis av Rana sigur, at fýra skúlagarðar eru, og mett verður, at tað fer at kosta 250.000 kr. at gera hvønn garð til stimbrandi skúlagarð, ella tilsamans eina millión kr.
Á fíggjarlógini fyri 2023 eru 300.000 kr. settar av til endamálið, og ætlanin er næstu árini at uppstiga alt økið uttan um skúlan, treytað av játtan á fíggjarlógini.