Rakettirnar fara báðar vegir

Rakettirnar fara báðar vegir
Russland heldur fram at skjóta rakettir inn yvir Ukraina, sum nú svarar aftur og millum annað hevur rakt flogvøllin í Belgorod í Russlandi
Russiski býurin Belgorod er nú raktur av ukrainskum rakettum
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2022 - 16:44

Í vikuni skeyt Russland hópin av langtrøkkandi rakettum inn yvir Ukraina og rakti fleiri býir sum hevnd yvir atsóknina á brúnna, sum bindur Russland og hertiknu Krimhálvoynna saman. Síðan hevur Vladimir Putin sagt, at russar fóru at steðga á við ógvusligu hevndaratsóknini. 

Men seinastu 24 tímarnar hevur Russland kortini sent fleiri rakettir inn yvir Ukraina. Tað boðar russiska verjumálaráðið frá.

Rakettirnar fara tó ikki bara ein veg longur, tí Ukraina er eisini farið at skjóta við langtrøkkandi rakettum inn yvir Russland. 

Russisku myndugleikarnir hava boðað frá, at tríggjar langtrøkkandi rakettir hava rakt russiska býin Belgorod. Tvær av rakettunum raktu flogvøllin í Belgorod, har fleiri ógvusligar spreingingar vóru. Ukrainskar rakettir raktu eisini umsitingarbygning í Donetsk, sum er hersett av russum.

Tað var eisini í Belgorod-økinum, at ellivu russiskir hermenn í gjár lótu lív, og fimtan vóru særdir, tá tveir sjálvbodnir hermenn fóru at skjóta frá hond, intil teir sjálvir vórðu skotnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369