- Tíðindi, mentan og ítróttur
Slapp ikki at stilla upp á javnaðarlistanum

Norðlýsið skrivaði í gjár, at tað var komið so langt, at klárt var at taka mynd av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum, og hendan kvinnan skuldi vera við á myndini. Men tá ið hon var komin til Føroya, slapp hon brádliga ikki á listan.
Barbara Apol fekk 392 atkvøður á fólkatingsvalinum seinast.
Tá ið listin skuldi gerast klárur hesaferð, vóru sjey kvinnur og sjey menn, sum skuldu stilla upp.
Undantak var neyðugt
Ein av kvinnunum hevði ikki verið limur í flokkinum í seks mánaðir, og tí var neyðugt við undantaki fyri at fáa hana á listan.
Men sambært reglum í Javnaðarflokkinum kunnu tey, sum hava verið limir í flokkinum í seks mánaðir stilla upp. Málið var tí lagt fyri starvsnevndina um undantak skuldi gevast henni.
Í sama viðfangi boðaði Barbara Apol frá, at um hon skal stilla upp fyri Javnaðarflokkin, skal hin kvinnan ikki á listan.
Reglurnar eru greiðar
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vil ikki viðmerkja júst hetta málið, men vísir til reglurnar hjá flokkinum, sum forða kvinnuni at stilla upp.
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum: