Kann taka fleiri ár at umvæla Nord Stream

Kann taka fleiri ár at umvæla Nord Stream
Fleiri hundrað kilometrar av Nord Stream II-rørleiðingini eru fullir av sjógvi
Vladimir Putin, forseti, sigur, at atsóknin at Nord Stream-leiðingunum er yvirgangur.
 
14.10.2022 - 08:41

Tað kann verða neyðugt at skifta ein stóran part av Nord Stream II-rørleiðingini, ið fekk skaða herfyri.

Tað sigur stjórin í Gazprom, Aleksej Miller, sambært almenna, russiska sjónvarpinum, skrivar Reuters.

Ein stórur partur av skaddu rørleiðingini, fleiri hundrað kilometrar, er eisini full av sjógvi, sigur Miller.

Fyrradagin segði stjórin í Gazprom, at tað kann taka fleiri ár at umvæla rørleiðingina, sambært Reuters.

 

Danmark og Svøríki siga, at sabotasja var framd á rørleiðingina.

 

Vil vera við í kanningararbeiðnum

Russiski forsætisráðharrin hevur sett fram áheitan um, at Russland og Gazprom kunnu vera við í kanningararbeiðnum saman við Týsklandi, Danmark og Svøríki.

Enn er orsøkin til gasslekarnar nærindis Bornholm ógreið. Sambært Danmark og Svøríki er talan um sabotasju.

Sambært russisku tíðindastovuni, TASS, hevur russiski ákærumyndugleikin sjálvur tikið stig til eina kanning.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt, at talan er um yvirgang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114