Borgarligu flokkarnir í Svøríki skipa stjórn

Borgarligu flokkarnir í Svøríki skipa stjórn
Moderati flokkurin, Kristendemokratarnir og Liberali flokkurin fara at mynda stjórnina, og Svørikisdemokratarnir vera stuðulsflokkur
Teir fýra borgarligu flokkarnir hava løgdu samgonguskjalið fram á tíðindafundi fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.10.2022 - 09:22

Borgarligu flokkarnir í Svøríki eru komnir ásamt um at skipa stjórn.

Moderati flokkurin, Liberali flokkurin, Svøríkisdemokratarnir og Kristenmokratarnir hava í løtuni tíðindafund í Stokkhólmi, har grett verður frá stjórnarsamstarvinum.

- Arbeiðið er liðugt, sigur Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum, sum væntandi verður forsætisráðharri í nýggju stjórnini.

Hann sigur, at teir fýra flokkarnir eru samdir um stjórnargrundarlagið.

 

Svøríkisdemokratarnir stuðulsflokkur

Moderati flokkurin, Kristendemokratarnir og Liberali flokkurin fara at mynda stjórnina, og Svørikisdemokratarnir vera stuðulsflokkur.

Væntandi fer ríkisdagurin at atkvøða um forsætisráðharran mánadagin, og nýggja stjórnin tekur við í næstu viku. 

Ulf Kristersson fekk litið upp í hendur at skipa stjórn í Svøríki eftir ríkisdagsvalið herfyri.

Mikudagin longdi formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlén, freistina at skipa stjórn tveir dagar, og nú fer Ulf Kristersson at boða formanninum frá, at tað hevur eydnast at skipa nýggja stjórn.

 

Jimmie Åkesson, formaður í Svøríkisdemokratunum, sum verður stuðulsflokkur hjá nýggju stjórnini í Svøríki. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114