Arbeiðsgevarar: Ómaksgjøld fyri samanlegging verða ov stór

Arbeiðsgevarar: Ómaksgjøld fyri samanlegging verða ov stór
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at ómaksgjøldini fyri at leggja fyritøkur saman verða fleiri ferðir størri enn í grannalondunum
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skrivað hoyringarsvar til uppskotið um nýggja kappingarlóg.
 
14.10.2022 - 09:03

Líkt er til, at vinnan í Føroyum skal rinda munandi størri ómaksgjøld, tá fyritøkur verða lagdar saman, enn vinnan í grannalondunum.

Tað sæst í hoyringarskrivinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag til uppskotið um nýggja kappingarlóg, sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur gjørt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at kappingarlógin verður dagførd, men talan er um so mikið umfatandi dagføringar av ymsum smálutum í kappingarlógini, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur valt at gera uppskot til eina nýggja lóg.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur sum heild undir við yvirskipaða innihaldinum í lógaruppskotinum, men talan er eisini um nógvar smærri tillagingar og dagføringar.

Tí mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið skipar fyri kunningartiltaki ella tiltøkum, har vinnan fær høvi at seta viðkomandi spurningar til nýggju lógina.

 

Ringt at gjøgnumskoða

Føroya Arbeiðsgevarafelag dugir til dømis illa at gjøgnumskoða samanberingarnar við Danmark og Grønland um ómaksgjøld, tá fyritøkur skulu leggjast saman.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at talan er um líknandi skipan sum í Danmark og Grønlandi, men ómaksgjøldini síggja út til at fara at verða fleiri ferðir størri í Føroyum enn i grannalondunum.

Í Danmark og Grønlandi er ómaksgjaldið fyri samanlegging, eftir vanligum leisti, 0,015% av samlaða umsetninginum hjá luttakandi fyritøkunum, men sambært lógaruppskotinum verður føroyska ómaksgjaldið 0,1% av samlaða umsetninginum.

Føroyska ómaksgjaldið verður sostatt næstan sjey ferðir størri enn í Danmark og Grønlandi. Her er tørvur á greiðari samanberingum og frágreiðing, tí føroysku ómaksgjøldini eiga ikki at verða hægri enn í grannalondum okkara, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í hoyringarsvarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119