- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arktiski politikkurin verður lagdur fram í Reykjavík

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, fer at umboða Føroyar á árligu ráðstevnuni hjá Arctic Circle, sum byrjar í Reykjavík í dag.
Landsstýrismaðurin er ein av høvuðsrøðarunum, tá ráðstevnan verður sett, og har fer hann at leggja fram alment føroyska arktiska politikkin, ið júst er orðaður.
Jenis av Rana verður eisini á tiltaki hjá Útnorðurráðnum um samstarv um havið.
Hittir fleiri ráðharrar
Á ferðini fer landsstýrismaðurin í uttanríkisráðnum m.a. at hitta ráðharrar úr Bretlandi, Skotlandi, Grønlandi og Íslandi.
Og Jenis av Rana fer eisini at skriva undir rammusáttmála millum Føroyar og Ísland um fiskiskap.
Leygarkvøldið, tá ráðstevnan endar, eru Føroyar vertir fyri stórari móttøku, “Faroese Night”, í Hørpu fyri øllum luttakarunum á Arctic Circle-ráðstevnuni.
Hamradun og Lív og Tróndur fara at syngja og spæla, og gestirnir fáa eisini brellbitar við føroyskum laksi og drykkivørum.
Sí føroyska politikkin í Arktis her.