Valplakatir mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna

bannari
Valplakatir mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna
Ráðið fyri Ferðslutrygd, Kommunufelagið, Landsverk og politiið hava gjørt vegleiðing um valplaktir
Valplakatir eiga ikki at vera í rundkoyringum og á ferðsluoyggjum, sigur Landsverk.
Mynd: Landsverk.  
 
12.10.2022 - 08:36

Valplakatir mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnið á vegunum, ella fjala ferðsluskelti. Valplakatir eiga ikki at vera í rundkoyringum og á ferðsluoyggjum.

Ráðið fyri Ferðslutrygd, Kommunufelagið, Landsverk og politiið hava gjørt vegleiðing um valplaktir.

Tey biðja fólk um ikki at seta valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum ella aðrari góðkendari ferðslumerking.

Valplakatir kunnu heingjast á lyktasteyrar ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið.

 

Skulu festast forsvarliga

- Heingið valplakatirnar minst 2,3 metrar yvir gongubreyt ella súkklubreyt og minst hálvan metur frá vegjaðara, ljóða boðini.

Og boðini eru eisini at festa plakatirnar forsvarliga á veðurdyggar plátur og á slíkan hátt, at tær ikki gera skaða á lyktasteyrar, garðar og annað.

Vegleiðingin er millum annað á heimasíðuni hjá Landsverki.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119