- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valdekningurin í Kringvarpi Føroya byrjar í morgin
Valfepurin hækkar alsamt, og valdekningurin í Kringvarpi Føroya fer av bakkastokki í morgin.
Byrjað verður við Andglettinum, sum verður sendur í útvarpinum klokkan 10 og eisini stroymdur á heimasíðuni og at síggja í sjónvarpinum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Tveir vertir tráspyrja tvey valevni hvørja ferð.
Fyrsti flokkur í Andglettinum er Framsókn.
Veljarafundir kring landið
Umframt Andglettin, so fer Kringvarpið eisini kring landið at halda veljarafundir.
Valdekningurin verður skipaður soleiðis, at aðru hvørja ferð er tað Andglettur og aðru hvørja ferð veljarafundur.
Veljarafundirnir byrja í SMS nú fríggjadagin 14. oktober. Síðan verður farið út á miðnámsskúlarnar.
Veljarafundirnir byrja klokkan 10 í útvarpinum, og teir verða eisini stroymdir eins og Andgletturin.
Stóri veljarafundurin í Løkshøll
Sunnukvøldið 30. oktober, ein dag undan valinum, verður stórur veljarafundur í Løkshøll. Hetta er ein størri sjónvarpsframleiða, har fleiri valevni sleppa framat. Tann fundurin varar í umleið tveir tímar og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.
Tann stóri dagurin er mánadagurin 31. oktober, valdagurin. Tá fylgja vit við í sjónvarpsstovuni, har vit hava tveir vertir og viðmerkjara. Vit fara eisini at gera innsløg kring landið. Vit halda á, til valúrslitið fyriliggur.
Skráin fyri valdekningin í Kringvarpi Føroya:
- Hósdag 13. oktober: Framsókn í Andglettinum
- Fríggjadag 14. oktober: Veljarafundur, SMS í Havn
- Mánadag 17. oktober: Javnaðarflokkurin í Andglettinum
- Týsdag 18. oktober: Veljarafundur, Miðnám í Suðri
- Mikudag 19. oktober: Fólkaflokkurin í Andglettinum
- Hósdag 20. oktober: Veljarafundur, Miðnám á Kambsdali
- Fríggjadag 21. oktober: Tjóðveldi í Andglettinum
- Mánadag 24. oktober: Veljarafundur, Miðnám í Vestmanna
- Týsdag 25. oktober: Miðflokkurin í Andglettinum
- Mikudag 26. oktober: Veljarafundur, Tekniski Skúli í Klaksvík
- Hósdag 27. oktober: Sambandsflokkurin í Andglettinum
- Fríggjadag 28. oktober: Veljarafundur, Glasir í Havn
- Sunnudagur 30. oktober: Stórur veljarafundur í Løkshøll í Runavík.
- Mánadagur 31. oktober: Fólkatingsval í Føroyum